Losjan fer um marknastein

Mikudagin 1. mai vóru hundrað ár liðin, síðani fólk í Havn tóku stig til at stovna Losjuna ?Støt Viljen?, sum er partur av altjóða brøðralagnum Good Templars. Mánadagin verður stór myndaframsýning opin fyri almenninginum

Losjan hátíðarheldur í hesum døgum, at hundrað ár eru liðin, síðani átta kvinnur og fimm menn tóku stig til at stovna losjuna ?Støt Viljen? í Føroyum. Hon er partur av International Organisation of Good Templars, sum er ein heimsumfevnandi rørsla.
Tað var danin Laurits Henriksen, sum var stovnari av Losjuni. Hann hevði snikkaraverkstað í bygninginum á Tinghúsvegnum, har Losjan heldur til í dag.
Í sambandi við hundrað ára dagin hava limirnir sett upp eina myndaframsýning, ið lýsir hesi hundrað árini við losjuni. Á framsýningini er eitt ótal av áhugaverdum myndum at síggja umframt aðrar lutir, sum eru savnaðir gjøgnum árini. Framsýningin verður opin fyri almenninginum mánakvøldið frá klokkan 20 til 22.
Formaðurin í losjuni er Jákup Lindenskov. Hann sigur, at losjan hevur trý aðalmál. Tey eru avhald frá rúsdrekka, brøðralag og at arbeiða fyri friði og semju.
Rørslan varð stovnað í USA í 1853, og hon hevur síðani breitt seg til flestu londini í heiminum.

Áhugavert flagg
Umframt myndirnar er eisini eitt áhugavert flagg á framsýningini. Tað er flaggið hjá losjuni Støt Viljen. Hetta bláa flaggið úr silki fekk losjan 30. apríl í 1933, og tað varð gjørt í Danmark. Tað kostaði 335 krónur at framleiða. Lias í Rættará var ein teirra, ið tók stig til at fáa flaggið gjørt.
Tá flaggið kom til Føroyar var stórt hátíðarhald. Jákup Lindenskov nevnir, at m.a. Maurentsius Viðstein, sum eisini var limur, flutti fram røðu, og Jákup Dahl hevði føroyskað ein sálm, tá flaggið varð avdúkað. Hesin sálmurin stendur nú í sálmabókini.
Tað verður framvegis nýtt til fundir og onnur tiltøk í losjuni.