Verkfall
Vágar:
Avleiðingarnar a verkfallinum eru rættiliga farnar at merkjast hjá teimum, sum búgva uttan fyri meginøkið á Streymoynni og Eysturoynni.
?Har vita fólk einki um, hvørja ávirkan verkfallið hevur á gerandisdagin hjá teimum, sum búgva í útjaðaranum, er vanlig hugsan manna millum í útjaðarøkjunum.
Í Vágum er eitt nú brennievnið til bilarnar uppi, og friðaligt er á vegunum um dagarnar.
Heldur ikki verða ruskposarnir tiknir, sum vera man, og tað er nakað, sum rættiliga er farið at merkjast.
Dagrøktarmammur, sum hava nógvar blæur, eru reiðiliga farnar at merkja verkfallið, sigur ein dagrøktamamma í Sandavági við Sosialin.
?Sjálv eri eg í teir hepnu støðu, at eg havi fá blæubørn. Og eg havi bilhús, har eg seti posarnar, so tað luktar ikki inni. Men onkur er, sum noyðist at hava teir standandi í kjallaranum, og tað er rættiliga óbehagiligt, sigur hon.
Eisini er onkur, sum hevur verið noydd at seta posarnar útum. Men tað er ein vánalig loysn, tí likkan er eftir øllum, sum stendur óvart, og hon skræðir plastsekkirnar og stroyðir innihaldið kring túnið.
Av skítanum til
Leiðarin á Føroya Keypssamtøku í Miðvági, Álvur Samuelsen, sigur, at hetta er nakað lort. Bæði so og so. Verkfallið ger, at ikki slepst av við ruskið, og handilsrusk er so mangt.
?Jú, tað er farið at merkjast, sigur Álvur Samuelsen. Vit vóru so heppin, at tað seinasta, sum tikið varð í ruskbilin her vesturi, var ruskbingjan hjá okkum. So hon er ikki vorðin reiðiliga full aftur enn, Men tað verður skjótt. Og so hava vit ein stóran trupulleika, staðfestir hann.
Hann sigur, at tað kemur nógv viðbrekið rusk frá handlinum. Eitt nú spilt frukt og aðrar matvørur, sum lukta illa. Hetta stendur so og freistar flugu og fugl. Og nú lýkkan tykist vera komin, fer hetta ivaleyst at gerast ein stórur trupulleiki.
Eitt annað er allur innpakningurin, sum kemur til handilin. Pappír og papp verður skilt og buntað. Men av tí, at einki sleppur av oynni, verða bunkarnir øgiligir til endans. Ikki er loyvt at kynda bál úti, so tað slepst ikki av við hesar rúgvurnar tann vegin heldur, vísir hann á.
Annars sigur Álvur Samuelsen, at tey í Keypssamtøkuni hava verið rímiliga heppin soleiðis, at tey fáa sína vøru við Skipafelagnum frá FDB í Danmark. Skipafelagsbáturin kemur so til Miðvágs at skipa upp, men tað er nakað seinni, enn tá alt varð skipað upp í Havn og flutt vestur við bilum.
?Tá høvdu vit vøruna her vesturi seinnapart mánadag, Men nú verður tað so ikki fyrr enn í fyrsta lagi týsdag, sigur Álvur Samuelsen. Men av innanoyggja farmi tekur hann einki við.
Ein annar trupulleiki, sum rakar keypssamtøkuna er, at einki brennievni er at fáa til bilarnar í Vágum.
?Fólk, sum keypa frá okkum, eru fólk, sum koma við bili. Og tað fer so aftur at ávirka handilin, sigur leiðarin á Føroya Keypsamtøku í Miðvági.
Men tað, sum verri kann verða, sigur Álvur Samuelsen, er, at tað kann standast heilsuvandi av hesum ruskinum, sum hópar seg upp. Spiltur matur í rúgvum er ikki at spæla við, og í ringasta føri kann tað so henda, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan kemur uppí, og hon hevur rætt il at steingja handilin, verður tað hildið neyðugt.
?Tað er nógv meira átrokandi hjá politikarunum at fáa endað hetta verkfallið enn at gera nakra nýggja samgongu, heldur Álvur Samuelsen, leiðari á Føroya Keypssamtøku í Miðvági.
Óvirðiligt
Borgarstjóri í Sørvági, Eivind Jacobsen, sigur, at verkfallið fær onga ordiliga effekt, so leingi tað bara er útjaðarin, sum raktur verður. Og tað er tað hvørja ferð, leggur hann aftuat.
Hann vísir á, at tað er undir alt sømuligt mark, at eitt nú sjúkraflutningurin skal verða lagdur soleiðis fram til almenna skoðan, sum hann verður um Vestmannasund í løtuni. Tað er beinleiðis óanstendugt, heldur hann.
Hann undrast á, at vinnulívið ikki ger meira um seg, tí vinnan í Vágum missir heilt nógvar pengar av støðuni sum er.
?Sjálvandi er tað ólógligt at steingja vegirnar av ella gera líknandi tiltøk. Og tað, sum gjørt verður, eigur at vera lógligt, leggur hann dent á. Men tað ber heldur ikki til at blíva við, sum støðan er, tí hon fer bara at versna fyri okkum, sigur hann.
Eivind Jacobsen leggur dent á, at tiltøk eiga at verða sett í verk, og tey skulu vera av slíkum slag, at tey raka hart. Tað, sum gjørt verður, skal hugsast væl ígjøgnum, og so eigur at verða hildið á, til endi fæst á verkfallinum.
?Tey, sum ábyrgdina hava av støðuni, skulu rakast so meint, at tey veruliga vita av tí, sigur borgarstjórin í Sørvági, sum eins og onnur ósek fólk í útjaðaranum er farin at ilskast um at standa fyri skotum, hvørja ferð ein ósemja er í landinum.










