Tað verður skeltað við bæði einum og øðrum í Føroyum. Handlar gera vart við prísir og útboð, fyrireikarar vísa á tiltøk og myndugleikar minna á umstøður í ferðsluni.
Og so er tað hetta heldur serstaka skeltið, sum stendur uppi við gomlu kirkjuna í Gøtu. Her verður gjørt púrasta greitt fyri fólki, hvat tað er, sum ikki er loyvt.
Eitt lorta skelti skal steðga hundalívi…










