Lorkaðu sigurin burtur

Kyndilsmenn vóru óguvliga vónbrotnir, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað í Vestmanna sunnudagin. At kalla allan dystin vóru tað teir, sum høvdu munin, men kortini spurdist bara eitt stig burturúr. Og tað vóru teir als ikki nøgdir við.
 Hatta lorkaðu vit burtur, og vit hava bara okkum sjálvum at takka, helt Marius Joensen, tá vit eftir dystin fingu orðið á hann.
 Tað nyttar lítið at tosa um, at málverjarnir hjá teimum standa væl. Tí eg haldi, at vit alt ov ofta gera málverjan hjá mótstøðuni til besta málverja í landinum.
Er tað kanska ikki eisini so, at tit ikki eru nóg kaldir, tá dysturin skal avgerast. Eitt nú brenna tit í dag trý brotskøst umframt aðrar upplagdar møguleikar seinasta korterið?
 Tað kann væl vera, at vit ikki duga at lukka dystin. Møguleikarnar høvdu vit í øllum førum, og tí er tað sera tungt, tá tað ikki eydnast at vinna, staðfesti Marius.
Hann helt at enda, at hóast hetta, so er Kyndil langt ífrá liðugt enn.
Tað var í øllum førum øgiliga týdningarmikið, at munurin uppeftir ikki øktist. Men nú hava vit illa ráð at missa nógv meira, um vit skulu verða partur av finaluni.