Lorensa í Selvindi In memoriam

30. juni 1948 - 26.11.2006




Nú rekur tungt um Raktanga,
kalt strýkur lot um hógv,
nú syrgin Selvindsbrekku ganga
øll tey, sum gleddust her so nógv.
 
Vit fata lítið langnuleik
í lívsins loynda talvi,
nú frúgvin fall, og styrkin sveik,
og burt svann lívsins alvi.
 
Lorensa, tú oss øllum var
eitt ljós á lívsins gøtu,
sum altíð okkum blíðskap bar
og gylti manga løtu.
 
So still tú lívsins lagnu tók,
nú sjálv tú stóðst for happi,
nú sóttin vonda mót tær ók,
tú stóðst sum avrekskappi.
 
Tú vísti oss at styrki bar
í kærleiksfyltum heimi,
har móðuralskur meira var,
enn glóð í grúgvueimi.
 
Tú vísti oss, at vinalag
við gulli verður spunnið
so við og við hvønn virknan dag,
sum lívsskeið verður runnið.
 
Tú vart so stútt og stór í sinn,
so skær á tínum staði,
at øll sum komu til tín inn,
tey kendu vinalagið.
 
Tú vinur okkar alra var
við húsi tínum øllum,
nú andi tín mót hæddum bar
til heim í Himna høllum.
 
Lorensa, vit tær siga takk
for alt, tú okkum lærdi,
at vinarlag títt okkum rakk,
so leingi lív títt vardi.
 
Tó hús títt enn vit eiga kært
við øllum tínum kæru,
har vinalag vit fingu lært
við tíni góðu læru.
 
Vit goyma teg sum dýran skatt
í okkar innsta minni,
og minnast teg, tá lív var lætt
í tíni stovu inni
 
Títt lív for okkum glæma er,
sum ikki hvørva  skal,
tí øll vit siga, nú tú fer,
at alt, tú var, var væl.
<I normal"$?$end$!$                             < EM>
<I EM normal"$?$end$!$                              Unna & Petur Martin<>