Lordi lokkar til Grand Prix

Um nakað kann sigast verða skandalan innan tónlekaheimin 2006, er tað, at finsku trøllini Lordi vunnu Grand Prix í Athen. Men í Finlandi er áhugin fyri Grand Prix størri enn nakrantíð.

Longu nú eitt hálvt ár undan tónleikakappingini eru 70.000 atgongumerki seld til repetitónssyningarnar.
Kappingin verður í Hartwall Arena í Helsinki. 10. mai er tað semifinala og 12. mai er sjálv finalan.