Ungi álopsspælarin Jude Nworth, sum spælir fyri danska felagið FC Midtjylland, fekk ein álvarsaman skaða í superligadystinum ímóti Randers í gjár. Spælarin, sum er ættaður úr Nigeria, brast saman við skotska verjuspælaran Steven Pressley, og fekk dyggan smeit í høvdið. Sambært ítróttarstjóranum hjá FCM fekk Jude skallabrot og varð koyrdur beinleiðis á sjúkrahús til viðgerðar.