Álopsspælararnir eru ógvuliga hvassir

Hjálparvenjarin á landsliðnum heldur, at báðir álopsspælararnir, sum skulu við landsliðnum til Ísrael, og sum vóru í Runavík mánakvøldið, staðfestu mánakvøldið, at teir eru sera væl fyri

LANDSLIÐSÁLOPIÐ

Í gjár varð her á síðunum víst á tað óhepna í, at fleiri av teimum, sum í næstu viku skulu til Ísraels at spæla seinasta dystin í hesi HM undankappingini, ikki kunnu vera í dyggari dystarvenjing.
Mánakvøldið vóru tó fínir glottar at síggja, tá ið NSÍ og Skála undirhildu og skoraðu trý mál í part.
Millum mest eyðsýndu spælararnar á vøllinum vóru Christian Høgni Jacobsen hjá NSÍ og Jónhard Frederiksberg hjá Skála. Tann fyrri hevði fleiri góðar royndir, hann var stinnur í samanspælinum, og hann skoraði í síðsta minutti málið, sum bar eitt stig við sær til NSÍ.
Í hinum endanum talaðu tølini. Jónhard Frederiksberg skoraði tríggjar ferðir, hann flutti seg nógv, og hvørja ferð hann fekk bóltin kendist vandi at vera á ferð.
Jógvan Martin Olsen var í Runavík, og varamaðurin hjá Henrik Larsen var stak væl nøgdur við tað, sum álopsspælararnir vístu:
- Eg haldi ikki, at Christian Høgni hevur verið so væl fyri, síðani hann varð illa skaddur í knænum og noyddist at binda frið í eitt ár, sum hann er nú. Hann er tryggur og skilagóður, og hann tekur rættar avgerðir. Tað sær gott út, staðfestir Jógvan Martin, sum sjálvandi eisini er væl nøgdur við Jónhard Frederiksberg:
- Hann hevur ment seg nógv seinastu mánaðirnar. Hann er stinnari í at móttaka bóltin og at varðveita hann, og tað tykist sum um, at hann ikki er so strongdur, sum hann kanska áður hevur sæð út at verið. Hann megnar at varðveita bóltin, tá ið hann er kroystur, og tað er sera góð dygd hjá føroyskum álopsspælara, heldur Jógvan Martin Olsen.
Verða tað teir báðir, sum fara at mynda álopið í Ísrael?
- Andrew av Fløtum hevur nógvu tær seinastu vikurnar víst, at hann er ógvuliga væl fyri, so tað er kapping um fremstu plássini, hóast við sjálvandi høvdu viljað havt Toda í fullgóðari venjing. Um vit fara at spæla við einum ella tveimum heilt har frammi er avgerð ikki tikin um enn. Men tað sigur seg sjálvt, at tað eigur at verða hugsað um at geva pláss fyri spælarum, sum tykjast at vera so væl fyri, sum teir báðir álopsspælararnir mánakvøldið vístu, at teir eru.
Jónhard Frederiksberg heldur, at tað gekk rímuliga væl hjá honum móti NSÍ:
- Tá ið man fær trý mál skal man ikki láta illa at. Men tað vóru viðspælararnir, sum góvu mær møguleikarnar. Eg havi arbeitt nógv við at betra móttøkurnar og fyri at gerast betri at varðveita bóltin, og eg kenni tað soleiðis, at venjingin og medvitið um hetta saman við alt størri royndunum hava borið við sær, at tað gongur rætta vegin, heldur Jónhard Frederiksberg.
Roknar tú við at vera millum teir fyrsu ellivu í Ísrael?
- Tað avgerðina eigur venjarin. Vit eru fleiri, sum kappast um plássini. Ein teirra er Christian Høgni, og eg haldi, at hann er væl fyri. Hann spældi væl í kvøld, og at hann higartil hevur skorað trettan mál sigur, at hann er vandamikil, staðfestir Jónhard Frederiksberg, sum við hattrikkinum mánakvøldið hevur skorað trettan ferðir higartil í landskappingini.