Eftir at nógvir spælarar vóru kallaðir inn til úttøkuvenjingar í farna mánaði, hevur nýggi landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, nú sett nøvn á teir 22 spælararnar, sum hann vil hava við A-landsliðnum til Florida at venja.
Nógvir spælarar við álopssinaðum eginleikum eru tiknir út, og á landsliðnum hesaferð eru bert tríggir útispælarar, sum vanliga spæla verjuspælarar fyri feløgini, sum teir umboða. Teir eru Óli Johannesen, Rasmus Nolsøe og álopssinnaði bakkurin Mortan úr Hørg. Harafturat hevur Atli Danielsen roynt seg fleiri ferðir sum verjuspælari á landsliðnum, men skulu aðrir verjuspælarar finnast í hópinum, verður talan um spælarar, ið skulu royna nakað nýtt.
Nakrir nýggir eru við
Tá ið landsliðið hevði úttøkuvenjingar í Havn í januar mánaði vóru fleiri nýggj nøvn kallað inn, og onkrir av teimum hava eisini fingið boð til Florida-ferðina.
Hanus Thorleifsson, sum í ár skal spæla við HB, Hans Pauli Samuelsen úr EB/Streymi, Christian R. Mouritsen úr Manchester City eru úttiknir, og harafturar er eisini Bergur Midjord, sum hevur snoddað eitt lítið sindur til landsliðið, tikin út.
Tveir fáa kjansin aftur
Millum spælararnar, sum eru tiknir út hesaferð, eru tveir fyrrverandi spælarar í Fremad Amager, sum nú fáa kjansin aftur á landsliðnum. Bæði Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør hava seinastu tíðina ikki verið við á landsliðnum, men nú skulu teir royna seg aftur.
Jann Ingi og Hjalgrím spæla nú aftur fyri barndómsfeløg síni, og har gongur væl hjá báðum so væl at landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir teimum aftur.
Nógvir kantspælarar
Jógvan Martin Olsen hevur í samrøðu við Sosialin áður sagt, at hann vil hava kantspælarar, sum tora og vilja bjóða av fram eftir vøllinum.
Líkt er til, at Jógvan Martin hevur tikið fleiri kandidatar til hesi pláss við sær til USA. Hann hevur í øllum førum tiki nógvar spælarum út, sum hava roynt hendan leiklutin fyri feløg síni.
Jákup á Borg, Hanus Thorleifsson, Bergur Midjord, Heðin á Lakjuni, Hans Pauli Samuelsen og Símun Samuelsen hava allir roynt hetta áður, og harafturat kunnu til dømis spælarar sum Hjalgrím Elttør, Christian Høgni Jacobsen, Jónhard Frederiksberg og Christian Restorff Mouritsen ivaleyst eisini spæla á hesum plássum.
Nýtt ættarlið
Fyrsta landsliðið hjá Jógvan Martin Olsen er merkt av nógvum ungum og álopssinaðum spælarum, og ættarliðsskiftið, sum tað hevur verið tosað um seinnu árini, tykist vera veruleiki.
Av teimum veruliga garvaðu og eldru landsliðsspælarunum eru bert Óli Johannesen og Jákup Mikkelsen eftir.
Harafturat eru spælarar, sum eru etableraðir á landsliðnum, hóast teir ikki hava sama aldur ella somu royndir sum teir báðir. Millum hesar kunnu nevnast Andrew av Fløtum, Rógvi Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Christian Høgni Jacobsen, Jákup á Borg, Heðin á Lakjuni, Atli Danielsen og Jónhard Frederiksberg.
Jens Martin Knudsen, sum hevur verið fastur maður á landsliðnum øll árini við EM- og HM-fótbólti er blivin málmansvenjari, og hann er ikki við sum spælari.
Nakrir halda frí
Spælarar sum Súni Olsen, Ingi Højsted og Jón Rói Jacobsen eru ikki tiknir út til USA-ferðina. Spælararnir úr superliguni hava fingið frí, og tað sama er við Inga Højsted. Harafturat hevur Jón Rói Jacobsen fingið ein nýggjan snudd í knæið og er skaddur í løtuni.
Av teimum 22, sum eru tiknir úr hesaferð, eru tí bert fimm, sum spæla fyri feløg í útlandinum.
Myndatekstur:
Hans Pauli Samuelsen er ein av nýggju spælarunum, sum er tikin út til landsliðið til árligu venjingarlegun hjá A-landsliðnum. Hetta er ein ferð, sum verður goldin Sport Five, ið umsitir rættindini til heimadystirnar hjá landsliðnum
- - -
Landsliðið
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur tikið hesar 22 spælarar út til venjingarleguna hjá landsliðnum í Florida
Málmenn
Jákup Mikkelsen B36
Gunnar NielsenFrem
Útispælarar
Fróði BenjaminssenB36
Hanus ThorleifssonB36
Bergur MidjordB36
Jann Ingi PetersenB68
Hans Pauli SamuelsenEB/Streymur
Jákup á BorgHB
Kári NielsenHB
Rasmus NolsøeHB
Mortan úr HørgHB
Atli DanielsenKÍ
Heðin á Lakjuni KÍ
Hjalgrím ElttørKÍ
Christian H. JacobsenNSÍ
Pauli G. HansenSkála
Jónhard FrederiksbergSkála
Óli JohannesenTB
Christian R. MouritsenManchester City
Rógvi JacobsenKR
Andrew av FløtumFremad Amager
Símun SamuelsenKeflavík










