Tað er framvegis ógreitt, hví tíggju fólk vórðu skotin og dripin í suðurtýska býnum, München, í gjárkvøldið, og enn hevur týska løgreglan ikki sagt, hvat hon heldur motivið aftan fyri atsóknina vera.
Skjótingin fór fram við keypsmiðstøðina Olympia í norðara parti av München stutt fyri klokkan 18 lokala tíð í gjárkvøldið. Níggju fólk vórðu dripin, umframt ein persónur, sum er undir illgruna fyri atsóknina.
Sambært týsku løgregluni var tað eftir øllum at døma ein 18 ára gamal týskur iranari úr München, sum stóð aftan fyri atsóknina.
Fyrstu vitnini til hendingina vildu vera við, at talan var um tríggjar ymiskar brotsmenn, men løgreglan heldur, at persónurin var einsamallur um at skjóta.
Hin 18 ára gamli tók lívið av sær, eftir at týska løgreglan byrjaði at skjóta eftir honum. Umframt tey níggju og brotsmannin sjálvan, vórðu 16 fólk særd undir tilburðinum í München í gjár.