Álopsmaður skotin í Brússel

Maðurin leyp á tveir hermenn við einum oddboygdum knívi, einari machetu.

Fyri løtu síðan varð ein maður skotin í belgiska høvuðsstaðnum Brússel, tá hann við einum oddboygdum knívi – einari machetu – leyp á tveir hermenn í býnum.

 

Tað skrivar belgiska sjónvarpsstøðin, RTBF. Sagt verður ikki, at maðurin, sum varð skotin, er deyður, men hann er “neutraliseraður”, sum sjónvarpsstøðin orðar seg.

 

Belgisku myndugleikarnir hava váttað tilburðin. RTBF sigur, at maðurin við oddboygda knívinum hevur røtur í Somalia, og sambært sjónvarpsstøðini rópti hann “Allah Akhbar", tá hann leyp á við knívinum.

 

RTBF leggur aftrat, at herfólkini fingu skaðar á hendur og andlit undir álopinum, men sambært sjónvarpsstøðini er ikki talan um álvarsligar skaðar.