Í meira enn fimtan mánaður hevur ein maður sitið varðhaldsfongslaður, og í seinastu viku varð hann latin leysur.
Tað er maðurin, sum í apríl í fjør varð handtikin, eftir at hann við knívi hevði stungið varafútan í lærið. Hann varð tá varðhaldsfongslaður og sat fyrst í nakrar dagar í Føroyum, men varð síðan sendur niður í varðhald í Danmark at sita.
Málið hevur drigið so nógv út, tí mentalkanning skuldi gerast av manninum, og tað gjørdi eisini sítt, at tann skuldsetti ikki vildi samstarva.
Tá ið varðhaldsfongslingin í seinastu gekk út, og ákæruvaldið kravdi mannin framhaldandi varðhaldsfongslaðan, segði Føroya rættur nei. Úrskurðurin varð kærdur til landsrættin, sum staðfesti avgerðina hjá Føroya rætti.
Maðurin varð upprunaliga skuldsettur fyri drápsroynd, men skuldsetingin er síðan broytt til grovan harskskap.
Tískil kundi maðurin koma aftur til Føroya í seianstu viku sum lesyur maður, men týsdagin 16. August skal hann fyri rættin, sum hevur sett tveir dagar av til hetta málið.









