Álopsessið hjá NSÍ leikbannað

Toftamenn fara í morgin, tá teir fara á vøllin í Runavík, at vita, hvat skal til fyri at varðveita oddasessin

 

Grannauppgerðin í Runavík í morgin verður klokkan 17. Fyrireikararnar av felags sunnudagsskúlanum, sum verður á Svangaskarði ella í ítróttarhøllini í Runavík ? um líkindini ikki vera til at vera uttandura ? hava heitt á NSÍ um at flyta dystin til klokkan 17, og tað hevur NSÍ gjørt. Talan er um fjórði síðsta umfar. Um talan hevði verið um triðisíðsta umfar, so hevði hetta ikki borið til. Ásetingarnar siga, at í trimum teimum síðstu umførunum skulu allir dystirnir spælast í senn.

Eftir summarsteðgin hevur NSÍ tikið øll stigini frá tveimum av oddaliðunum. Í morgin fæst at síggja, um teir fara at megna tað ímóti B68, sum teir hava megnað ímóti HB og VB.

Tá vit tosaðu við teir í NSÍ, vóru teir ikki heilt greiðir yvir, hvussu tað fór at vera, men nógv bendi á, at Christian Høgni Jacobsen og Sonni Lamhauge Petersen verða leikbannaðir í morgin:

? Sonni fekk reytt kort í Gøtu, og Christian Høgni fekk triðja gula kortið. Í ásetingunum verður sagt, at leikbannini skulu sitast av í vakstramannadeildini. Vit halda, at hetta kann tulkast soleiðis, at teir sótu leikbannini av sær, tá 2. deild spældi síðsta vikuskifti, meðan 1. deild helt frí. Hetta hava vit sagt við kappingarnevndina hjá FSF, men vit hava ikki fingið endaligt svar frá teimum, segði NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, fyrrapartin í gjár.

Gert Langgaard er plágaður av knæskaða. Felags fyri allar hesar tríggjar er, at teir síðani summarsteðgin hava verið millum mest eyðsýndu menninar í álopspartinum hjá NSÍ.


Jan við aftur

Tá toftamenn av álvara settu KÍ upp á pláss, var Jan Petersen ikki við, tí hann var leikbannaður. Jan Dam fór út í 2. hálvleiki, og orsaka av trupulleikum við knænum gav hann avboð til landsdystin ímóti Slovenia.

Jan Dam og Jan Petersen eru báðir tøkir aftur. Øssur Jacobsen loysti Jan Dam av síðstu løtuna ímóti KÍ. Tá fekk hann eitt gult kort og er leikbannaður í morgin.

Hóskvøldið vandu toftamenn í ítróttarhøllini í Runavík, meðan NSÍ vandi á vøllinum uttanfyri høllina. Toftamenn plaga at leiga høllina hóskvøld.

Síðani NSÍ í 1997 kom aftur í bestu deildina, hava teir rættuliga havt takið á B68 í Runavík. Í 1997 vunnu teir 2?1, í 1998 4?1 og í fjør 5?0. Í 1995 vann B68 5?0 í Runavík.