Loppurnar hjá Ljósinum til Special Olympics

Loppurnar hjá Ljósinum til Special Olympics

Síðan 2004 hevur Fimleikafelagið Ljósið í Havn havt eitt fimleikalið, sum kallast Loppurnar. Hetta er eitt lið fyri børn og ung við menningartarni. Á liðnum eru átta luttakarar og tveir venjarar.

 

Loppurnar eru einasta lið av sínum slag í Føroyum og í næstum fer liðið til Danmark at luttaka í Special Olympics-kapping, saman við øðrum líknandi liðum.

- Loppurnar hava eitt ynski um at síggja onnur av teirra líkum gera fimleik og at kappast við tey. Tað er ein sera stór avbjóðing fyri loppurnar, ið kann vera við til at menna tey enn meira, bæði sum fimleikarar og menniskju, sigur Ljósið og tí er tað, at tey skipa fyri hesi ferðini til Danmark.

 

Special Olympics er ein kapping fyri fólk við menningartarni. Henda kapping verður hildin 2. hvørt ár í Danmark og luttaka vanliga uml. 400 ítróttafólk. Í ár verður Special Olympics í Holstebro í døgunum 20-22 mai, og sambært fólkum nær felagnum, eru vónirnar fyri einum góðum úrsliti rættiliga góðar.

 

- Fyri Loppurnar hevur fimleikurin sera stóran týdning. Fimleikurin er við til at menna teirra sjálvsvirði, at gera tey meiri sjálvbjargin og ikki minst at geva teimum lívsgleði. Fyri okkum í Ljósinum er tað ein fragd at hava Loppurnar millum okkum og tað er altíð bæði stuttligt og rørandi at síggja framførslur teirra, skrivar fimleikafelagið.

 

Í samband við ferðina skipar felagið fyri eini framsýning fyri sponsorum, avvarðandi og øðrum áhugaðum í Fimi. Framsýningin verður hósdagin klokkan 18. a