Loppur í Hoyvíkshøllini

Í dag og í morgin er Hoyvíkshøllini karmur um loppumarknað, sum hondbóltsfelagið H71 skipar fyri.

 

Síðst í mánaðinum fer stórt ferðalið upp á út við 400 fólk úr Hoyvík til Partelle í Svøríki, har eini 20.000 ungir hondbóltsleikarar úr øllum heiminum hittast til Partille Cup, sum verður fyrstu vikuna í juli.

 

Tey í H71 hava savnað nógvar pengar til ferðina – og er loppumarknaðurin í dag og í morgin í Hoyvíkshøllini ein liður í hesi innsavnan

 

Hoyvíkshøllin er karmur um ársins loppumarknað. Allan leygardagin og sunnudagin er stórur loppumarknaður í Hoyvíkshøllini, har hoyvíksingar hava samlað eitt stórt tal av útstillarum sum selja fyri at luttakað á Partille cup í summar, har 300-400 fólk við tilknýti til H71 fara avstað.