Loppumarknaður og marathon

Nógv virksemi er hjá teimum í H71 hetta vikuskiftið. Í allan dag hava fólk frá hondbóltsfelagnum í Hoyvík staðið vaktir og ansað ferðsluni í sambandi við Tórshavnar Marathon, sum hevur verið í dag.

Nógv virksemi er hjá teimum í H71 hetta vikuskifti. Í allan dag hava fólk frá hondbóltsfelagnum í Hoyvík staðið vaktir og ansað ferðsluni í sambandi við Tórshavnar Marathon, sum hevur verið í dag.

 

Hoyvíkshøllin er karmur um loppumarknað, sum í dag er opin til klokkan 17 og í morgin frá 14 til 18.

 

Marknaðurin er skipaður soleiðis, at fólk hava leigað sær bor, har tey selja hópin av klæðum, leikum og øðrum.