Loppumarknaður og kaffisøla til frama fyri Uganda

Loppumarknaður og kaffisøla verður í Sangstovuni í Sankta Frans Skúla leygardagin 13. apríl 2013 frá kl. 10 til kl. 16. Peningurin, sum kemur inn, fer til Afrika-verkætlanina hjá katólska hjálparfelagsskapinum Caritas “Matur til skúlabørn”.

Lutir til loppumarknaðin - bøkur, búnýti, klæði, leikur, frímerki o.a. kunnu latast inn í Mariukirkjuni nú.

Caritas Danmark hevur í Afrika-verkætlan síni stuðlað 31 bóndafeløgum í Uganda.

Nú vilja nøkur teirra fegin sleppa at geva okkurt aftur afturfyri og hjálpa teimum, sum ikki hava verið so heppin, til eitt betri lív. Bóndafeløgini hava fingið hugskotið at nýta tann lærdómin, sum tey sjálv hava fingið, at læra skúlabørnini har á leiðini urtagarðsbrúk.

Nógv børn í Uganda fáa ikki mat í skúlatíðini, tað gongur sjálvandi útyvir bæði heilsu og innlæring. Børnini í hesi verkætlanini sleppa at dyrka sítt egna grønmeti á skúlaøkinum, og grøðina sleppa tey sjálv at fáa sum máltíðir í skúlatíðini.

Kunnleikan til urtagarðsbrúk fáa tey við sær til sína egnu framtíð. Innsavnaði peningurin fer til urtagarðsamboð.