Í miðbýnum í Havn sunnunáttina vórðu tveir dreingir álopnir og slignir av einum øðrum manni, og løgreglan heldur, at hetta málið er á markinum til eitt harðskapsmál.
Á løgreglustøðini í Havn sigur vakthavandi, at partarnir í hesum máli verða avhoyrdir og síðan verður støða tikin til, hvat meira hendir.
- Men soleiðis, sum málið sær út, bendir mangt á, at hetta er eitt harðskapsmál, har dreingirnir eru álopnir - og annar er sligin, sigur løgreglan.










