Álopin av tveimum monnum

Um fimm tíðina sunnumorgunin var ein maður álopin í Magnus Heinarsonargøtu í Havn. Maðurin, sum fylgdist við eini kvinnu, varð álopin beint uttanfyri Tórshøll.
Tveir mans løgdu á mannin, og teir sparkaðu og bukaðu hann, so hann breyt nøkur rivjabein. Eisini høvdu teir sligið høvdið á honum ítmóti einum stórum handilsvindeyga, men tíbetur brotnaði vindeygað ikki, verður upplýst av politistøðini í Havn.
Menninir, sum løgdu á mannin, høvdu eisini bukað høvdið á manninum niður í vegin, og teir høvdu gingið aftaná kvinnuni og manninum heilt niðan í Steinatún, har parið síðani fekk hjálp frá øðrum.
Málið verður viðgjørd sum eitt harðskapsmál, og politiið arbeiðir víðari við hesum. Gerningsmenninir eru ikki tiknir enn, og orsøkin til álopið er ikki greið enn. Møguliga er talan um gamalt nagg, sigur vakthavandi á politistøðini. Og tann álopna, sigur vakthavandi, kenna teir á politistøðini sum ein hampuligan og friðarligan mann.