Álopin av sínum egnu

11. september í 2001 vóru sløkkiliðsmenninir í New York hetjurnar hjá Rudolph Giuliani, borgarstjóra, men nú er vátt komið í reiðrið

Rudolph Giuliani er ikki borgarstjóri í New York longur. Tað merkir kortini ikki, at hann hevur mist hugin til at stýra. Heldur tvørturímóti, tí nú ætlar hann sær at sleppa at stilla upp til forsetavalið næsta ár sum valevni hjá republikanarunum.

 

Men hann fær óvæntaða mótstøðu, tí júst sum valstríðið er um at byrja, hava hansara gomlu hetjur, sløkkiliðsmenninir í New York, sent út ein sjónbandsfilm, har teir koma við fleiri álopum á fyrrverandi borgarstjóran.

 

Millum annað endurtaka sløkkiliðsmenninir ta gomlu ákæruna um, at sum borgarstjóri hevði Rudolph Giuliani ábyrgdina av, at 121 fólk doyðu, tí hann var ov skjótur at geva boð um at steðga bjargingararbeiðinum í leivdunum av World Trade Center.

 

Sjálvur vísir Giuliani skuldsetingunum aftur. Hann vil vera við, at fakfelagið hjá teimum amerikonsku sløkkiliðsmonnunum er trúgvur stuðul hjá demokratiska flokkinum.