Álopið á Svalbard skal kannast

Myndugleikarnir í Bretlandi hava biðið hægstarættardómaran Sir David Steel kanna tilburðin í síðsta mánað, tá ein ísbjørn leyp á nakrar bretar, sum lógu og svóvu í einum tjaldi á Svalbard. Tann 17 ára gamli Horatio Chapple úr býnum Eaton doyði, og tríggir aðrir vórðu løstaðir.

Bretarnir vóru á einari skúlaferð á Svalbard saman við lærarum. Nú skal David Steel kanna ymisk viðurskifti, eitt nú hvussu ferðin var løgd til rættis, hvørja útgerð ferðalagið hevði við sær, og hvørjari venjing luttakararnir vóru. Hann skal eisini lurta eftir tí, sum luttakararnir søgdu, tá teir blivu avhoyrdir aftan á álopið, og tí ætlar hann sær at samarbeiða við teir norsku myndugleikarnar, sigur BBC.