Irak-kreppan
Árni Joensen:
Londini í Arabisku Samgonguni hava á fundi í Kairo umrøtt ta spentu støðuna millum USA og Irak. Aftan á fundin segði formaðurin í samgonguni, Amr Moussa, at tann arabiski heimurin ávarar USA ímóti at seta sína álopsætlan í verk
? Vit fara at gera okkara at forða fyri, at hetta kríggj verður veruleiki, tí eftir okkara tykki verða dyrnar til Helviti latnar upp í Miðeystri, verður kríggið veruleiki, segði ein sera avgjørdur Amr Moussa aftan á fundin.
Hann legði afturat, at Irak eigur at laga seg eftir samtyktunum hjá ST og at lata vápnaeftirlitsmenninar sleppa aftur til arbeiðis.
Bert fáar tímar eftir, at fundurin hjá Arabisku Samgonguni var liðugur, lupu umleið hundrað amerikansk og bretsk flogfør á loftverjuskipanir í Irak. Sambært bretskum hernaðarkeldum søktu flogførini serliga at høvuðsstøðini, sum umsitur loftverjuna har vesturi í Irak. Bretsku keldurnar siga, at álopið var ætlað sum svar upp á irakskan ágang.
Vesturlendskir hernaðarserfrøðingar hava fyrr sagt, at ætla amerikanarar at senda herfólk til Irak, fara teir helst at leypa á vestaneftir.










