USA tekur hóttanirnar úr Norðurkorea í álvara og fyrireikar seg til eitt álop. Tað segði forsetatalsmaðurin Jim Carney í gjárkvøldið. Hann segði, at Hvítu Húsini taka tey stig, sum eru neyðug.
Amerikanska herleiðslan boðaði í gjár frá, at arbeitt verður við at seta rakettverjuskipanir upp á kyrrahavsoynni Guam, eftir at tað er komið fram, at Norðurkorea hevur flutt rakettir eystur ímóti strondini. Hetta eru rakettir, sum kunnu røkka Guam, har USA hevur stórar herstøðir.
Fyrrverandi amerikanski ST-sendiharrin Bill Richardson, sum var í Norðurkorea fyrr í ár, sigur við CNN, at stjórnin í Washington hevur handfarið støðuna rætt við at siga sum minst, samstundis sum hon hevur fyrireikað hermegina til tað ringasta, sum kann henda. Úrslitinum av einum møguligum álopi ivast hann ikki í.
-Gera teir seg inn á amerikonsk mál, er tað tað sama sum sjálvmorð. Men tað hendir ikki, sigur hann.
Bill Richardson heldur, at tað ber framvegis til at loysa kreppuna í Korea við samráðingum.