Í minsta lagi 53 fólk lógu eftirá, og átta vórðu særd, tá alvápnaðir menn lupu á eitt spælistað í meksikanska býnum Monterrey. Tíðindastovurnar skriva, at álopsmenninir forðaðu fólki at sleppa út. Síðani settu eld á bygningin, og sambært sjónvarpinum CNN brúktu teir eisini granatir í álopinum.
Monterrey hevur leingi verið ein av teimum tryggastu býunum í Meksiko, men í ár hevur rúsevnaharðskapurin eisini breitt seg hagar. Fleiri spælistøð eru álopin, tí eigararnir sýta fyri at rinda brotsmonnum pengar aftur fyri at fáa frið. Meksikanska løgreglan sigur, at í fjør kravdi rúsevnaharðskapurin 278 mannalív í landspartinum Nuevo Leon, har Monterrey er, men at higartil í ár hava 850 fólk latið lív í harðskapinum.
Monterrey, sum er ídnaðarbýur, er ikki langt frá amerikanska markinum.