Álop og neyðtøkur

Løgreglan í norska býnum Stavanger ávarar nú ungar kvinnur ímóti at ganga úti einsamallar á náttartíð. Ávaringin kemur, eftir at ein 19 ára gomul kvinna bleiv álopin og neyðtikin í býnum páskanátt. Tilburðurin er tann triði á hesum slagnum í Stavanger í vetur. Løgreglan sigur, at Stavanger er framvegis ein tryggur býur at búgva í, men Henry Ove Berg, løgreglustjóri, ávarar kortini ungar kvinnur ímóti at fara til hús einsamallar á náttartíð.