Álop móti bretska tinginum

Fyri løtu síðani bleiv bretska parlamentið sett í undantaksstøðu, tí fráboðanir komu um, at ein maður var farin at skjóra nærindis bretska tjóðartinginum, Westminster. Aðrar fráboðanir eru um, at ein maður er sæddur við knívi inni í tinghúsinum.

 

Eini 12 fólk eru særd, sigur ein myndamaður hjá tíðindastovuni Reuters. Bretska tíðindastovan AP sigur, at ein løgreglumaður er knívstungin inni í parlamentinum, men at ein maðurin, undir illgruna at vera álopsmaðurin, er skotin uttan fyri parlamentið.

 

Á Twitter skriva eygnavitni og tíðindafólk, at ein bilur hevur koyrt á fólk uppi á brúnni við Westminster.

 

Tinghúsið er læst og ein fundur í bretska undirhúsinum er avlýstir í sambandi við álopið.