Fótbóltur
Í dystinum millum GÍ og B36 gjørdist rættiliga rokut síðsta hálva tíman ella so. Tá avtornaði, høvdu tríggir spælarar fingið reyða kortið ? ein hjá GÍ og tveir hjá B36.
Men tað var ikki nóg mikið við hesum, tí tað kókaði eisini yvir hjá einum áskoðara, sum leyp niður av høgu girðingini vestan fyri vøllin og helt beina leið at øðrum linjudómaranum, sum hann so gjørdi seg inná.
Hvat er hent og ikki, so metti linjudómarin í øllum førum tilburðin so mikið álvarsligan, at hann hevur meldað hann til politiið.
Hetta er annar tilburðurin í ár, sum hevur verið hildin at vera so mikið álvarsligur, at hann er meldaður til politiið, og fótbóltsdómarafelagið fer í næstum at viðgera støðuna og at taka støðu til, hvussu limirnir í felagnum kunnu tryggjast betur, tá teir døma dystir hvørt vikuskifti frá tíðliga á vári og langt út á heystið.
? Vit vilja gera alt fyri at verja okkara limir, og tá tað ? sum í hesum førinum ? snýr seg um hendingar, ið liggja uttan fyri karmarnar hjá fótbóltssambandinum, mugu vit taka støðu til, hvussu hesi viðurskifti kunnu betrast, so tað kann vera trygt hjá okkum at døma, uttan at vandi skal vera fyri, at slíkt endurtekur seg, verður sagt frá fótbóltsdómarafelagnum.
Dómarin í dystinum skrivaði eftir dystin frágreiðing um tað, sum var hent, og henda frágreiðing skal nú viðgerast í kappingarnevndini hjá fótbóltssambandinum.
? Vit hava ikki enn havt nakran fund, og heldur ikki vænti eg, at vit gera nakað við málið, fyrr enn kappingin er liðug. Tá skulu vit endurmeta alla kappingina, og sjálvsagt verður hetta málið við í tí viðgerðini, sigur Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini.
? Í frágreiðingini finst dómarin ikki at nøkrum av teimum viðurskiftum, ið GÍ hevði ábyrgd av í sambandi við dystin, so tí kemur ikki upp á tal at revsa gøtumenn fyri tað, sum er hent. Vit mugu taka hetta sum ein einstakan tilburð, og so annars vóna, at slíkt ikki endurtekur seg.
Ongar fylgjur fyri GÍ
Tað, at áskoðarin ikki var ein, sum í hesum førinum verður roknaður sum viðhaldsmaður hjá GÍ, ger allarhelst eisini sítt til, at málið ikki fær fylgjur fyri GÍ, sum annars hevði væntað, at ein bót fór at koma, nú talan var um dyst á heimavøllinum hjá felagnum í Gøtu:
? Vit gjørdu beinanvegin fótbóltssambandinum greitt, at skuldu vit fáa bót, vildu vit fáa hana sum skjótast, so vit kundu senda hana víðari til rætta viðkomandi, sigur Jógvan Gregersen, formaður í GÍ.
? Annars hava vit als ikki viðgjørt málið enn, men fara at taka tað upp, tá vit aftur hava fund í nevndini. Hvørja niðurstøðu vit tá koma til, dugi eg einki at siga um nú.
Sostatt bendir einki á, at nøkur viðgerð av bót ella øðrum fylgjum í fótbóltshøpi verður í málinum, sum tó verður tikið við í eftirmetingarnar allastaðni ? bæði í kappingarnevndini, fótbóltsdómarafelagnum og GÍ.
Men av tí at tilburðurin sunnudagin er meldaður til politiið, verða helst einastu fylgjurnar tær, ið kunnu standast av teimum kanningum, politiið ger í málinum.