Um nakrar fáar tímar verður tað fyrsta hernaðarliga álopið á Libya, og fronsk flogfør fara at taka lut í álopinum. Tað sigur ein stjórnartalsmaður í París við fronsku tíðindastovuna AFP.
Álopið hevur heimild frá ST-trygdarráðnum, sum seint í gjárkvøldið samtykti at lýsa flúgviforboð í libyskum loftrúmi umframt onnur tiltøk, sum skulu forða Gaddafi-stýrinum at brúka óneyðuga hermegi ímóti uppreistrarmonnunum.
10 av teimum 15 londunum í trygdarráðnum atkvøddu fyri, og fimm atkvøddu ikki. Tey fimm, sum ikki atkvøddu, vóru Russland, Kina, Týskland, India og Brasil.