Líka síðani George W. Bush, forseti av fyrstan tíð kravdi, at Irak má fáa eina aðra leiðslu ístaðin fyri stýrið hjá Saddam Hussein, hevur bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, tikið undir við Bush, og á tíðindafundi fyrrakvøldið tók hann uppaftur, at hann framvegis er samdur við amerikanska forsetanum.
- Mær tykir, at fólk hava ta hugsan, at tað er uppgávan hjá amerikanarunum at loysa allar teir stóru trupulleikarnar, sum heimurin hevur at dragast við. Sjálvur haldi eg, at vit eiga at vera við, og tí stuðli eg amerikanararnar í hesum, segði Blair.
Bretski forsætisráðharrin segði, at umheimurin kann ikki loyva sær at sita hendur í favn og látast sum einki, tá tað snýr seg um Irak.
- Irakska leiðslan hevur skyldina av, at 100.000 kurdar eru deyðir. Vit vita, at Saddam Hussein er farin undir at útvega sær kjarnorkuvápn umframt fleiri biologisk og kemisk vápn, og hetta ger hann, hóast tað stríðir ímóti samtyktunum hjá ST. Vit hava eisini fyrr sæð, at stýrið í Bagdad aftrar seg ikki við at nýta hesi vápnini. Kunnu vit veruliga látast sum einki?
Tíðin gongur undan
Seinastu tíðina hava fleiri amerikanskir politikarar, kravt, at Bush skal leggja fram prógv fyri, at Irak hevur útvegað sær fleiri hópoyðingarvápn, og sama krav hevur Blair fingið frá bretskum politikarum. Men bretar skulu ikki bíða leingi eftir próvtilfarinum, tí á tíðindafundinum segði Blair, at hann fer at almannakunngera tey neyðugu prógvini um nakrar fáar vikur.
Ein av tíðindamonnunum spurdi Tonny Blair, um hann hevur hugsað um, at eitt álop á Irak fer at kosta nógvum børnum og ósekum irakum lívið. Forsætisráðharrin svaraði, at hann er ímóti kríggi, men at tað stundum kann vísa seg at vera neyðugt. Sum dømi nevndi hann Kosovo og Afghanistan. Um Irak segði hann, at tað kann fara at vísa seg at vera eitt álvarssamt mistak, verður einki gjørt. Álop kann vísa seg at vera tann besta verjan.
- Tað snýr seg eisini um samvitskuna. Spurningurin er ikki einfaldur, men vit mugu spyrja okkum sjálvi, um vit kunnu loyva okkum at lata Saddam Hussein útvega sær kjarnorkuvápn, segði Tony Blair.
Hann legði dent á, at hann tekur undir við teimum, sum siga, at USA eigur at tryggja sær stuðul frá sínum sameindu og øðrum til eitt møguligt álop á Irak. Men samstundis duldi Blair ikki fyri, at tíðin er um at ganga undan.