Álop á Iran verður trupult

Amerikanski verjumálaráðharrin, Leon Panetta sigur, at tað er als eingin vissa fyri, at eitt álop á Iran kann gera av við kjarnorkuútbúnaðin í landinum. Panetta hevur fleiri ferðir ávarað ímóti at brúka hermegi ímóti Iran, tí eftir hansara tykki kann eitt tílíkt álop fáa sera ótilætlaðar avleiðingar.

-Tað er líkt til, at eitt álop á Iran kann í besta føri seinka teirra kjarnorkuverkætlan eitt ella tvey ár, sigur Leon Panetta.

Hann legði afturat, at fleiri av teimum møguligu álopsmálunum í Iran eru sera torfør at koma til, og harafturat fer eitt tílíkt álop eftir hansara tykki at raka tann illa kroysta búskapin í Evropa og USA meint, sigur hann.