Álop á Irak kann spjaða

Ger USA álvara av tosinum um at leypa á Irak sum lið í bardaganum ímóti altjóða yvirgangi, kann tað beina fyri altjóða eindini aftan fyri bardagan. Ósemja er longu millum USA og Bretland

 

ÚTLAND:


Amerikanarar hava ikki sagt beinleiðis, at teir fara at leypa á Irak, men ráðharrar í Bush-stjórnini hava fleiri ferðir sagt, at Irak er eitt av teimum londunum, sum stuðlar altjóða yvirgangsvirksemi. So seint sum mánadagin segði George W. Bush, forseti, at irakski leiðarin, Saddan Hussein, eigur at loyva vápnaeftirlitsmonnunum hjá ST at halda fram við arbeiðinum at kanna landsins vápnagoymslur. Spurdur, hvat hendir, um irakski forsetin sýtir fyri at eftirlika hesum, svaraði Bush stutt:

? Tað fær hann at síggja.

Í amerikanska verjumálaráðnum eru kreftir, sum mæla Bush forseta til at leypa á Irak, so skjótt kríggið í Afghanistan er av. Hesir vísa á, at tað er ikki neyðugt at kanna vápnagoymslurnar hjá irakum, tí í einari niðurstøðu hjá ST stendur, at Irak eftir øllum at døma framvegis hevur hópoyðingarvápn. Teir halda tí, at USA hevur rætt til at søkja at Irak.


Kann enda við spjaðing

Men tað er samstundis greitt, at nógv lond í eindini, sum stendur aftan fyri bardagan ímóti altjóða yvirgangi, fara at mótmæla, at amerikanarar leypa á Irak. Fleiri muslimsk lond, sum eru við í eindini, hava boðað frá, at tey fara ikki at góðtaka, at Irak verður álopið.

Men amerikansku álopsætlaninar fáa heldur ikki undirtøku vestanfyri. Bretska blaðið Financial Times skrivar, at Tony Blair, forsætisráðharri hevur ávarað Bush forseta ímóti at draga Irak upp í kríggið, tí tað hevði gjørt enda á altjóða eindini, sum fekst í lag eftir drúgvar samráðingar.

Sambært Financial Times hevur bretska ávaringin havt við sær, at amerikanarar hava sýtt fyri at lata bretskar hermenn taka lut í krígnum í Afghanistan. Umleið 6.000 bretskir hermenn hava staðið til reiðar at fara til Afghanistan, men teir eru farnir at gera vanliga hertænastu aftur, skrivar blaðið.

Bretska útvarpið BBC segði týsdagin, at tað vóru teir sonevndu »heykarnir« í amerikansku stjórnini, sum gjørdu, at Bretland ikki fekk boð um at senda hermenn til Afghanistan.