Irak-Kreppan
Árni Joensen:
Richard Butler stóð á odda fyri vápnaeftirlitsmonnunum hjá ST frá 1997 til 1999. Hann ber ótta fyri, at eitt amerikanskt álop á Irak kann elva til eitt størri kríggj í Miðeystri, sum kann enda við, at Ísrael fer at kenna seg noytt til at nýta kjarnorkuvápn.
Undir Flógvakrígnum í 1991 skutu irakar 39 Scud-rakettir eftir málum í Ísrael. Eftir trýsti úr USA svaraði Ísrael ikki álopinum, men Richard Butler væntar ikki, at Ísrael fer at sita hendur í favn, verður landið aftur rakt av irakskum rakettum.
? Eg kvíði fyri, at hetta kann gerast eitt umfatandi kríggj, sum kann enda við, at Ísrael fer at nýta kjarnorkuvápn, segði Richard Butler á einari ráðstevnu í Hongkong í gjár.
Samstundis vilja ísraelsk bløð vera við, at stjórnin í Tel Aviv hevur boðað iraksku stjórnini frá, at Ísrael fer ikki at taka lut í einum amerikanskum álopi á Irak.
Ísraelskir leiðarar hava ongantíð váttað, at landið hevur kjarnorkuvápn, men serfrøðingar eru samdir um, at Ísrael hevur havt kjarnorkuvápn í mong ár.