Ellivu fólk lógu eftirá, tá fleiri limir í Taleban lupu á eitt av teimum fínastu hotellunum í afghanska høvuðsstaðnum Kabul í gjárkvøldið. Tað tók stjórnarhermonnum og NATO-hermonnum fimm tímar at berja álopið niður.
-Átakið er liðugt, og allir álopsmenninir eru deyðir. Vit halda, at teir vóru seks í tali, segði talsmaðurin hjá afghanska innanríkisráðnum í nátt.
Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at ein av álopsmonnunum sprongdi eina bumbu inni á Hotel Intercontinental, júst sum fólk sótu og ótu døgurða.
Vesturlendingar plaga ofta at gista á hesum hotellinum, og vesturlendsk tíðindafólk undrast á, at seks álopsmenn kundu sleppa inn á hotellið, tí trygdareftirlitið uttanfyri er sera strangt.
Reuters og AFP skriva, at Taleban hevur átikið sær ábyrgdina av álopinum á hotellið. Partar av hotellinum stóðu í ljósum loga aftan á álopið.