Álop heldur áfram á minniluta bólk

Nú nærkast aftur til val, og nú skal sessurinn á tingið ella í landstýrinum verjast. Um somu tíð seinasta ár, vóru tað teir báðir Kartin Hansen og Alfred Olsen og onkur annar við, sum brúktu kristindómin og bíbliuna til at verja síni sjónarmið viðvíkjandi grein 266 b. Málið snúi seg um tey samkyndu, sum skuldu fáa fest niður síni rættindi móti happing

Teir gjørdu nógv rumbul, serliga innan fyri tann flokk teir vóru valdir inn í. Vit minnast jú øll at Kartin Hansen valdi at fara úr Tjóðveldinum og inn í Miðflokkin, og Alfred Olsen hótti við ymiskum.

At tað ber til at skapa sær so, tá málið var fari fram á demokratiskan hátt, er ófatiligt. Meintu teir nakað álvara við tí, fóru teir úr tinginum – so hevði eg, í hvørtfall, havt virðing fyri teimum. Men nei, so nógv vildu teir ikki gjalda fyri sakina. Hettar eru teir sum siga seg verja okkara kristna støði í hesum landi – álvaratos. Tá tað kemur til makt og pengar er ongin munur á okkum.

 

Fólkaflokkurin er í samgonguni, við Jógvan á Lakjuni sum mentamálaráharra. Nú skeiðið er við at renna út, kemur mentamálaráðharrin við einum ”stórmáli”og vil trýsta allan Fólkaflokkin at standa saman fyri at forða skráðsett parlag. Hevur Fólkaflokkurin einki annað stór mál at standa saman um?

Okkurt annað mátti verið sum liggur á láni, eftir hesi 4 árini tit hava siti. Studentarskúlin í Hoydølum er gott dømi um hvussu raðfest hevur verið. Tit hava syrgt væl fyri tykkum og tykkara, eisini fyri framtíðini, meðan annað liggur í skeljasori.

 

Hettar afturvendandi álopið á ein minniluta bólk, upplivi eg sum rein forfylging. Her blívur bíblian brúkt sum grundarlag fyri etikkini. Men eg sakni sakligar grundgevingar fyri tíni rættindi til at viðgerða ósek fólk út frá nøkrum ávísum fáum versum. Hettar er beinleiðis í stríð við tí eg lesi og tulki í bíbliuni og serliga ódámligt er tað, tá ein hevur fatan av at tað verður gjørt fyri egna vinning.

Í halgubók eru óteljandi vers sum minna okkum á hvussu vit sum kristin eiga at liva í gerandisdegnum og at hvør einstakur hevur ábyrgd av at svara fyri seg á tí eina degi.

 

Jól standa fyri durum og ynski mítt skal verða at vit øll kunnu fáa eini góð og hugnalig jól.