Álop á bussar í Pakistan

Vápnaðir menn lupu í morgun á ein ferðafólkabuss har vesturi í Pakistan, og sambært myndugleikunum doyðu minst 15 fólk, teirra millum fleiri kvinnur og børn. Aftaná settu álopsmenninir eld á bussin, skrivar AFP.

Í býnum Karachi brustu tvær bumbur tætt við nakrar bussar, sum verða brúktir til at flyta fólk hjá sjóverjuni við. Minst eitt fólk doyði, og umleið 30 vórðu særd.

Pakistanski herflotin og sjóverjan halda til í Karachi og eru ofta álopsmál hjá víðgongdum felagsskapum. Í síðstu viku doyðu 22 fólk, tá ein bumba brast í einum kortklubba í býnum.