Hann stendur og skimast. Klubbagarðurin er á tremur við fólki. Tað er sunnumorgun, kalt, og náttarstøðini hava latið dyrnar aftur. Vinfólkini eru horvin í mannamúgvuni. Hann hyggur runt, men finnur ongan. Við eitt tekur hann avgerð um at fara til hús. Men á veg út úr garðinum verður hann steðgaður. Tríggir ungir mans taka harðliga í hann.
- Hvat helviti gert tú her, tín nekari?
Drongurin hyggur bilsin at teimum, meðan hann framhaldandi verður háðaður. Hann er einsamallur. Men finnur seg ikki í tílíkari viðferð. Hann mutar ímóti.
- Eg havi eins góðan rætt og tit at vera her, svarar hann teimum aftur.
Og nú kókar yvir. Hann verður drigin oman á Tinghúsvøllin. Bukaður. Sligin. Sparkaður. Skorin í andlitið.
- Tín nekari! Slepp tær av helviti til! Eru seinastu orðini.
Avhølvaður og skelkaður. Púra einsamallur á Tinghúsvøllinum. Og hann veit ikki, hvørjir harðskapsmenninir eru.
Mentalt knústur
Tað er hálvt triðja ár síðani, at Luis Osorio Lützen vegna sín húðarlit varð avbukaður á Tinghúsvøllinum. Eitt harðskapsmál, ið vakti miklan ans í miðlunum, og sum enn eina ferð íbirti kjak um rasismu í Føroyum.
Men heima við hús í føroyska høvuðsstaðnum sat ein myrkur drongur, sum er ættleiddur úr Kolumbia, og hugdi at.
- Eg var fullkomiliga í knúsi mentalt. Og tað tók langa tíð, til eg kom fyri meg. Eg var eisini rúkandi óður fyrstu vikurnar, og eg var sannførdur um, at allir føroyingar vóru rasistar. Men vinmenninir hjálptu og stuðlaðu mær, og spakuliga kom eg fyri meg. Eg havi verið fyri harðskapi, bæði fyri og eftir hesa hendingina, men tað var fyrstu ferð, at eg veruliga kendi, hvussu nógv øðrvísi eg var, greiðir Luis Osorio Lützen frá.
Meira búgvin
Hann gongur stillisliga og prátar við vinmenninir uttan fyri Hvonn. Teir hava ikki aldur til at ganga á barr, og noyðast tískil at finna sær annað at gera í føroyska býarlívinum. Brádliga verður tað rópt eftir honum.
- Hygg, ein nekari!
Hann vendir sær og fer til teirra. Teir standa og hyggja at honum.
- Eg finni meg ikki í tílíkum útsagnum. Haldið kjaft og passið tykkum sjálvar! Sigur hann við teir. Men tað hjálpir lítið. Hinir flenna og halda fram at háða hann. Og hann verður meira svakur.
Soleiðis loysti hann oftast trupulleikarnar. Við at vera skrappur og svara aftur. At sláa og sparka. Men tað ger hann ikki longur.
- Sum tíðin er liðin eri eg vorðin klókari og meira búgvin. Serliga eftir hendingina á Tinghúsvøllinum. Eg tími ikki at øsa meg um rasistiskar útsagnir og velji ongantíð at loysa trupulleikarnar við harðskapi. Tí tað gjørdi eg ofta fyrr. Eg nýtti harðskap móti teimum, sum gjørdu seg inn á meg. Men tað loysir seg ikki, og tað hevur ongantíð loyst seg. Tá onkur rópar okkurt eftir mær, látist eg sum einki. Heimurin sleppur ongantíð av við rasistiskar útsagnir ella fordómar, sama um tað er mótvegis myrkum, asiatum ella øðrum. Eg góðtaki ikki rasismu, men eg góðtaki, at eg ikki kann broyta tað. Eg flenni eisini at rasistiskum skemtisøgum. Men tá tað verður persónligt, tá er tað ikki stuttligt longur, staðfestir kolumbianin í Føroyum.
Lætt dømdur
19 ára gamli Luis Osorio Lützen kom til Føroya fýra mánaðar gamalur. Hann vaks upp sum vanligur smádrongur í Havn. Í barnagarðinum og fólkaskúlanum hevði hann ongantíð trupulleikar av húðarlitinum, har hann var júst sum hini í flokkinum.
Men tað eru fleiri hendingar, sum hann minnist enn. Fólk, sum ikki hava tilknýti til hansara, hava ofta lyndi til at døma hann, áðrenn tey yvirhøvur hava tosað við hann.
- Eg verði sera lætt dømdur. Og tað veit eg, at tey allar flestu, ið eru øðrvísi í Føroyum, verða. Eitt nú havi eg verið út fyri, at eg siti í einum balli og skifti sang. Og tað leggja fólkini í hølunum til merkis, tí tað ikki er rapp ella hiphop, sum myrk eru kend fyri at lurta eftir, eg skifti til. Tað skilji tey ikki reiðiliga. Tað vóru eisini einstakir lærarar í fólkaskúlanum, sum altíð ákærdu meg fyrst, tá okkurt var á vási. Ikki tí, eg havi ongantíð verið ein eingil, men tað var altíð meg, lærararnir fyrst tóku í.
Eru føroyingar rasistar?
- Nei, tað eru teir ikki. Men summi hava ilt við at skilja, at eg eisini havi føroysk foreldur og eri uppvaksin í Havn. Tað skilji eg eisini væl, tí eg eri øðrvísi enn vanligir føroyingar. Um eg gangi framvið einum sera feitum ella sera svørtum manni, so hyggi eg sjálvandi eisini eitt sindur. Tí tað er ikki vanligt í Føroyum. Men tá fólk fara at stara, seta ódámligar spurningar og gera seg inn á meg, verði eg irreteraður, staðfestir hann.
Luis Osorio Lützen fer eftir summarfrítíðina at ganga triðja árið í Studentaskúlanum í Hoydølum, har hann gongur á støddfrøðiligu linju.
Hjálpir systrini
Systir Luis Osorio Lützen er eisini ættleidd úr Kolumbia. Hon er 16 ára gomul, og hevur havt onkrar trupulleikar í føroyska býarlívinum av sínum húðarliti. Men hann er fegin um, at hann kann hjálpa henni við egnum royndum.
- Eg havi verið gjøgnum tað og kann greiða henni frá, hvussu eg haldi, at hon skal reagera. Tað saknaði eg ofta. At hava ein, sum gevur tær ráð. Eg havi fleiri vinmenn, sum somuleiðis hava verið út fyri rasismu. Vit hava hjálpt hvør øðrum væl, men onkursvegna er tað ikki tað sama. Foreldur míni hava eisini hjálpt væl, men tey duga ikki reiðiliga at seta seg í mína støðu. Tað skal eisini sigast, at eg nú eri vinmaður hjá fleiri av teimum, sum hava rópt ymiskt eftir mær fyri árum síðan. Okkara vegir krossast altíð onkursvegna, og alt verður skjótt lagt afturum.
- Um tú seinni hitti teg sjálvan sum sjey ára gamalur, hvørji ráð vildi tú givið tær við á lívsleiðini?
- Tað er torført at svara. Men tú skal ongantíð leggja í, hvat onnur siga og halda um teg. Eg eri als ikki harmur um at vera myrkur í Føroyum. Allar hendingarnar, tær góðu og minnu góðu, er orsøkin til, at eg eri, sum eg eri. Og eg eri sanniliga glaður fyri tann, eg eri. Eg eri glaður fyri lívið, sigur Luis Osorio Lützen.