Álop í Bagdad kravt 35 mannalív

Í minsta lagi 35 fólk hava latið lív í bumbuspreingingum og skjóting í irakska høvuðsstaðnum Bagdad í morgun.

Ein kelda í irakska innanríkisráðnum sigur fyri tíðindastovuni AP, at øll álopini vóru millum klokkan trý og fýra okkara tíð, og at tey flestu vóru vend ímóti løgregluni. Tað ringasta álopið var í einum handilsøki, har minst níggju fólk doyðu, og 26 vórðu særd.

Fleiri blóðug álop hava verið í Irak í seinastuni. Sunnudagin doyðu 18 fólk, og 20 vórðu særd, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina uttan fyri ein løgregluskúla í Bagdad.