Look North spílar seg út

Virkið Look North í Klaksvík fer undir at byggja goymsluhús fyri at kunna víðka framleiðslu sína

Tá ið fyritøkan Look North byrjaði í 2001 var framleiðslan fýra sløg av kassum til alivinnuna. Tey høvdu í fyrsta umfari bara alivinnuna í huganum.

Men tá ið alivinnan varð rakt av ILA-sjúkuni, var neyðugt at hugsa øðrvísi, og Look North hevur síðan framleitt bæði kassar og annað til aðrar partar av fiskivinnuni.

- Tá ið vit byrjaði, settu vit okkum yri at koma við fýra nýggjum vørusløgum um árið, og tað hava vit hildið, tí vørusløgini eru nú 40-50, sigur Árni Skaale, stjóri á Look North.

ILA rakti eisini Look North, tí alivinnan sveik.


Góður kreditorur

- ILA koyrdi okkum næstan á heysin, og tað er bara okkara góðu kreditorum fyri at takka, at vit yvirlivdu, sigur Árni Skaale.

Tolni kreditorurin var Vestnorden grunnurin.

Nú er umleið helvtin av framleiðsluni til alivinnuna, og næststørsti keyparin er feskfiskavinnan. Tey gera bjálving til bygningar, og ein týðandi framleiðsla er at gera stólpar at seta ímillum saltfiskaplattar. Hetta er ein útflutningsvøra til Noregs og Íslands, og tað gongur hampiliga væl, sigur Árni Skaale.

Hann sigur, at gjøgnum árini havt nógv hugskot, og viðskiftafólk eru eisini komin við hugskotum. Sumt hevur eydnast, og øðrum eru tey givin við. Eitt nú royndi virkið at framleiða trolkúlur, men kúlurnar verða ikki gjørdar longur.


Fleiri nýggjar vørur

Nýggjar vørur til alivinnuna er komin á marknaðin.

- Seinasta ár fóru vit undir at gera nýggjar sterkar kassar, og tað er ein framleiðsla, sum vit vænta okkum nakað av, tí tosað verður um at pakka feskan fisk í smærri eindum, sigur Árni Skaale.

Økta framleiðslan krevur meira pláss, og tí keypti virkið gomlu Norðborg, sum er rivin niður.

Á grundina skal byggjast eitt goymsluhús, sum verður 1200 fermetrar og nakað lægri, enn Norðberg var.

Tað fer at koma væl við at fáa goymsluhús, tí nú er bæði framleiðsla og goymsla í sama húsi, og har er trongligt.

Raksturin hjá Look North var hampiligur seeinasta ár, men ikki heilt so góður sum árið fyri.

- Okkara mál er alla tíðina at brúka vinningin til at menna nýggjar vørur, sigur Árni Skaale.