Tað var í mai mánaði í fjør, at skopuningar og sandoyingar fingu eitt nýtt høvi at fara til handils.
Tá lat nevniliga Lonin upp í Skopun. Her varð møguleiki at fara inn í ein vanligan matvøruhandil, eina telebúð og í eina frisørsalong í einum og sama bygningi.
Mong vóru kanska í iva um, ein slík ætlan í einum so avmarkaðum øki, kundi bera til.
Hesir seinastu mánaðirnir hava prógvað at tað bar til - og fer at bera til:
- Í løtuni hava vit eini 4-5 fólk, sum hava áhuga at fara undir handilsvirksemi her hjá okkum.
- Men áðrenn vit koma so langt, er neyðugt at byggja handilsdepilin út, sigur Sámal Hanne í samrøðu við Sosialin.
Tað arbeiða tey eisini við at fyrireika í løtuni.
Miðað verður eftir, at teir nýggju handlarnir sleppa inn í Lonina um jóltíðir í ár.
300 fermetrar aftrat
Lonin stendur fyri seg sjálva ovarlaga í bygdini. Verandi bygningur er 550 fermetrar stórur.
Rundan um er eitt stórt øki, sum í dag verður nýtt sum bilpláss. Men ætlanin er at taka av hesum økinum fyri at kunna vaksa um handilsdepilin.
- Vit miða eftir at víðka Lonina við eini 300 fermetrum aftrat, sigur Sámal Hanne.
Hetta kann hann gera við góðum treysti, tí mong eru áhugað at fara undir handilsligt virksemi her.
Talan er bæði um handlar við klædnavørum, kropsrøkt og møguliga eisini ein handil við barnaklæðum.
Hinvegin so kann staðfestast, at eingin veruligur skógvahandil er í Sandoynni. Gongst sum ætlað er ikki óhugsandi, at ein slíkur handil er í nýggju ætlanini.
Trúði uppá tað
At so stórur áhugi er fyri Lonini kemst helst av tí, at her ber til at fáa fleiri vørur og tænastur á sama staði.
Hesin áhugin kemur als ikki óvart á Sámal Hanne:
- Nei, tað ger hann als ikki, slær eigarin av Lonini fast.
Tá hann fyrireikaði Lonina ynskti hann at gera bygningin munandi størri og fáa enn fleiri handlar inn beinanvegin.
Hinvegin trúðu fíggingarstovnarnir ikki rættiliga uppá hesa ætlanina.
- Sjálvur trúði eg uppá tað allatíðina. Men í dag trúgvi eg, at teir eisini gera tað, sigur hann.