Longur út, Guðrið

Guðrið Hansdóttir er ein óvanliga dugnalig songkvinna og sangskrivari, men á pallinum tykist henni at mangla eitt sindur av dirvi, at vera spontan. Framførslan var góð, men eitt sindur stív, og av tí sama kendist tað eitt sindur sum at hoyra fløguna aftur

UMMÆLI

Sveinur Dam

sveinur.dam@gmail.com


Hóast framførslan varð næstan ein tíma seinkað, sá hetta tó ikki út til at nerva Guðrið stórvegis, tá hon í glitrandi, lillafarvaðum paillettsettum kjóla, opnaði Stóra Pall við Múrin.

Framførslan var fín, sum so, men sambandið til áhoyrararnar kundi verið betri, og eg saknaði eitt sindur av ”in your face-attitudu” av pallinum. Ei heldur var ljóðið tað besta, so tað gjørdist næstan sum at hoyra fløguna, bara við verri ljóðblandi.


Lítil munur á upptøku og live

Guðrið spældi flestu løgini av síni nýggju útgávu, The Skies are Opening, ið hevur verið heilt væl móttikin millum manna. Einasta undantakið var Sleeping with Ghosts, ið er blivið eitt slag av eyðkennislagi hjá henni.

Hon legði út við lagnum I Wish You Would Know. Hetta lagið var, eins og flestu av hinum løgunum, trygt og væl spælt. Einasti trupulleikin var, at tey vóru næstan OV væl spæld. So væl, at munurin á upptøkunum og live framførslunum var lítil og eingin. Hetta er eitt sindur synd, tí við einum so væl samanspældum bólki aftanfyri seg, átti Guðrið at kunnað loyvt sær at verið eitt sindur meira frí á pallinum. Hetta hevði eisini hóskað væl til stílin hjá henni, at verið samsvarandi frí í upptraðkan, sum í klædnastíli.

At hetta var fyrsta framførslan á pallinum, gekk tíverri út yvir ljóðið, ið var nakað óbalanserað og rótut til tíðir. Hetta var møguliga eisini ein trupulleiki á pallinum, tí kórið ljóðaði til at hava trupulleikar, og sang beinleiðis falskt til tíðir, hóast kórgenturnar báðar, Unn og Rannvá, eru dugnaligar sangarinnur.


Má tora betri

Samanumtikið hevði eg ynskt, at Guðrið tordi betri at framføra. At hon kom longur út yvir pallkantin, so at siga. Hitt riggar væl til intimar framførslur, men á einum stórum palli, verður tað ov líkasælt. Og so at ljóðið var í lagi, bæði á og av pallinum, men tað liggur uttanfyri ávirkanina hjá Guðrið.