Fótbóltsprát
Einki er at taka seg aftur í, at mest sjónligi leikarin á Tórsvølli hósdagin var Rógvi Jacobsen. Hóast eina óskiljandi útskifting stutt fyri leiklok, so tóktist Rógvi vera nøgdur um dystin, og ikki minst nýggja leiklutin, sum hann heldur vera høvuðsorsøkina til, at hann í mun til fyrr í ár var so sjónligur.
- Eg spældi longri frammi á vøllinum, enn eg havi gjørt higar til í ár. Hetta er nakað, su venjarin hevur tosað um áður, men miðjan hevur ofta verið so tunn, at tað ikki er blivið til meira enn tosið, segði Rógvi eftir dystin.
- At eg verði fluttur longur niðan ger, at eg betri kann nýta mínar sterku síður, men um hetta eisini verður plássið hjá mær framyvir, dugi eg so ikki at svara uppá.
Hugsa ikki fram í tíðina
Tá tosið fellur inn á returdystin í Eysturríki, er Rógvi skjótur at svara, at somikið langt hevur hann als ikki hugsað.
- Vit hava eisini aðrar dystir á skránni áðrenn tað, so tað hava vit als ikki tosað um.
- Tað er tó greitt, at tað verður sera torført, men vit mugu bara stríðast á sama hátt, og so hava vit vónandi eisini Rúna við til ta tíð, sigur annar av klaksvíkingunum í HB at enda.