Nú kvøldini myrknað er tíðin komin, tá dansifeløgini koma í gongd aftur. Sær er siður á landi at nýta longu vetrarkvøldini í føroyskum dansi og í fleiri bygdum hava dansifeløgini stóran týdning fyri samanhaldið í bygdini.
Sum vanligt byrjar dansiárið hjá Norðstreymoyar Dansifelag við almennum føroyskum dansi seinasta vikuskifti í september. Í ár er tað so leygardagin 29. september, at farið verður upp á gólv fyrstu ferð í vetur. Dansurin byrjar klokkan 21.30 og seinni um kvøldið verður ein biti til matna.
Dansurin verður í Frøishøllini í Kvívík, sum eru hølini hjá Norðstreymoyar Dansifelag.










