Fyrstu atgongumerkini vóru skrykt burtur, tá forsølan til sjónleikin Fólk og Dólgar í Kardamummubýi vóru sett til týsdagin.
Í morgun vóru atgongumerki til næstu sjey eykasýningarnar lagdar til sølu, og aftur í dag var áhugin ovurhonds stórur. Klokkan 8.45 stóðu 60 fólk í bíðirøð, tó at hurðarnar ikki opnaðu fyrr enn klokkn 9. Klokkan 9 var køin voksin til 100 fólk og klokkan 9.15, tá onkrar av myndunum í myndarøðini vóru tiknar, stóðu stívliga 150 fólk í bíðirøð. Klokkan 9.45, stóð røðin enn niðan eftir Avhaldsbrekkuni, ella Húsabrúgv, men tá vóru longu fá atgongumerki eftir.
Á sosialu miðlunum sæst, at fólk uttan fyri Havnina gremja seg um, at teimum ikki hevur eydnast at keypa atgongumerki, tí ilt var at fáa fatur á Visit Tórshavn umvegis telefon.