ÍF?NSÍ
Jóannes Hansen
Fyri fyrstu fer? í næstan fimm ár ver?ur 1. deildar fótbóltur í landskappingini í Fuglafir?i í morgin. Hesar næstu dagarnar fara ÍF vi?haldsfólkini rættuliga at kenna smakkin av, at teir nú aftur eru har, sum ta? gongur fyri seg. Leygardagin ver?ur ta? aftur álvari, tí tá skal ÍF á heimavølli spæla fjór?ingsfinalu í steypakappingini ímóti KÍ.
Tá i? ÍF í 1999 seg?i farvæl vi? bestu deildina, var stø?an einki serlig. Í 17. umfarinm spældu teir sí?stu fer?ina á heimavølli, og tá taptu teir 5?1 ímóti GÍ. Hóast ÍF sunnudagin tapti tepurt á útivølli ímóti GÍ, so er fótbóltslagi? í Fuglafir?i framvegis gott. Venjarin hjá teimum, Sigfrí?ur Clementsen, vísti fyrr í vikuni á, hvussu t?dningarmiki? ta? er ikki at ver?a li?i?, sum vísir hampuliga gott fótbóltsspæl, men sum ikki vinnur.
Ta? er sjálvsagt, at mest upplagda høvi? at fáa stig og vinna sigrar hjá ÍF er á heimavøllinum í Fuglafir?i. Har fer NSÍ at vitja í morgin. Í 1999 enda?u bá?ir dystirnir millum tey bæ?i Eysturoyar feløgini javn. 0?0 í Runavík í fyrsta umfarinum og 1?1 í 10. umfarinum í Fuglafir?i.
Hóast kappingin bara er eitt umfar gomul, so er NSÍ undir ávísum tr?sti, tá i? teir fara til Fuglafir?ar. Venjarin hjá teimum sta?festi eftir 1?1 á heimavølli ímóti VB, at ta? var ikki nóg gott ikki at fáa fult í sovornum uppger?um. Ta? fer at kennast eyka meint, um teir einki fáa burturúr í morgin, og ta? hev?i veri? sera kærkomi?, um teir høvdu megna? at fingi? øll stigini.
Hjá ÍF er sama fólki? tókt, sum spældi í Gøtu sunnudagin. Magni á Lakjuni noyddist út, tí hann hev?i trupulleikar vi? fótli?num. Hann vandi ikki mitt í vikuni, men ta? var? rokna? vi?, at hann skuldi venja aftur í gjárkvøldi?, og teir ivast ikki í, at hann fer at spæla í morgin.
Undan sí?sta vikuskifti var? rokna? vi?, at Ian Højgaard skuldi vera á NSÍ mi?vøllinum ímóti VB. Ta? var hann ikki. Spæliloyvi? var ikki komi? úr Vejle. Nú er hetta komi? upp á pláss, og Ian ver?ur í morgin vi? í kappingini um mi?vallarplássini. Aleksandar Jovevic átti eisini at veri? ein av nógvum, sum kappast um plássini á NSÍ mi?vøllinum. Hann var ikki vi? ímóti VB orsaka av vøddaska?a, og hóast ta? hevur gingi? rætta vegin hjá honum, so er hann neyvan í nóg gó?ari venjing at spæla.










