Tað er sannur gravgangur eftir at fáa íbúð til leigu.
Tað mugu tey á Bústøðun ásanna.
Bústaðir, sum er fyrrverandi Húsalánsgrunnurin, ætlar at byggja fleiri hundraðtals leiguíbúðir kring landið hesi næstu árini. Síðani mánadagin hevur borið til at hjá áhugaðum melda seg sum lim í Bústøðum og samstundis seta seg á bíðilista eftir fáa eina íbúð.
Hóast tað bara hevur borið til at søkt um íbúð í eina viku, hava tey longu fingið 350 umsóknir.
Samstundis, sum søkt verður, melda fólk seg inn í Bústaðir og tað kostar 200 krónur.
- At fólk rinda 200 krónur fyri at koma á ein bíðilista, vísir, at tey meina tað í álvara, sigur Andras Róin.
Hann sigur, at tey vistu, at tað er stórur tørvur á íbúðum til leigu, men hann ásannar samstundis, at tað kemur eitt sindur óvart á tey, at so stórur gravgangur er eftur íbúðum til leigum.
Stjórin sigur, at til ber at søkja um íbúð allan september mánað.
Tey, sum søkja um íbúð í september verða við í lutakasti um íbúð, tað er altso ikki soleiðis, at tey, sum søkja fyrst, fáa fyrstarætt til íbúð.
Men tey, sum søkja aftaná síðsta september, eru ikki við í lutakastinum, men verða sett aftast á bíðilistan.
Hann sigur, at tá ið hesin mánaðurin er farin, hava tey eina nógv greiðari mynd av tørvinum á leiguíbúðum, og hvar í landinum, tørvurin er.
Ikki óvæntað, er nógv tann størsti tørvurin í Havn.
- Eini 80% av umsóknunum er um íbúð í Havn, men nakrar umsóknir eru eisini um íbúð í Klaksvík og í Eysturoy, og so einstakar umssóknir um íbúð aðrastaðni.
Bústaðir hevur hesar verkætlanir ígongd í løtuni:
Á Tvøroyri verða tríggjar íbúðir lidnar nú og tvær verða lidnar í Skopun. Í februar og mars næsta ár, verða fimm íbúðir lidnar í Leirvík, átta á Oyrabakka, og fimm í Sørvági.
Fyrru helvt í 2015, verða 30 úbúðir eftir ætlan lidnar í Klaksvík og samstundis er ætlanin at tríggjar verkætlanir ymsastaðni í Havn skulu verða lidnar fyrru helvt í 2016, við tilsamans 64-69 íbúðum.
Fyrru helvt í 2016 er ætlanin, at tvær verkætlanir afturat, skulu vera lidnar ymsastaðni í Havn við tilsamans 60-75 íbúðum.
Men Bústaðir siga, at hesar ætlanir kunnu verða broyttar, alt eftir, hvussu tørvurin vísir seg at vera.
Íbúðirnar verða í nógvum ymsum støddum, í høvuðsheitum heilt frá nøkrum og 40 fermetrum, heilt upp í einar 100 fermetrar.
Íbúðirnar skulu vera so mikið bíligar at leiga, at øll skulu hava ráð at ogna sær eina íbúð, staðfestir stjórin í Bústøðum.
Tí vónar hann eisini, at tað eydnast at halda byggikostnaðinum niðri saman við føroysku byggivinnuni.
Eydnast tað ikki, kann talan verða um, at byggja íbúðirnar uttanlands og flyta tær til Føroya og seta tær upp her.
- Vit hugsa fyrst og fremst um leigaran og tí skal leigan verða so bílig, at øll skulu hava ráð til eina íbúð, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum.










