Longt freistina

Á býráðsfundinum varð ein umsókn frá Klaksvíkar Badmintonfelag viðgjørd. Umsóknin var um at leingja freistina hjá teimum til at seta málið, um at lata eina nýggja badmintonhøll byggja, í verk.
Samtykt varð at ganga umsóknini á møti, og hevur badmintonfelagið sostatt fingið útsett freistina til 31. desember. Upprunaliga skuldi alt verða klárt tann 1. september.