Longsti undirsjóvartunnil til bilaferðslu í Europa

Um vit hyggja í Norrakortið, síggja vit, at strekkið frá Bergen til Stavanger sær so trupult út, av tí at høvuðsvegurin, E39, verður avbrotin av ferjusambondum í trimum støðum.

Magnus Gunnarsson


Næsta ár verður lættari hjá teimum, sum ætla sær at koyra hendan vegin, tí tá verður eitt ferjusamband minni.


260 metrar undir havyvirflatuna

Oyggjarnar Stord og Bømlo verða samanbundnar við tveimum heingibrúgvum, einari stoyptari brúgv og einum undirsjóvartunnli, sum verður gjørdur inn á fastlandið, nakað norðan fyri Haugesund.

Tunnilin verður 7.831 metrar langur og sostatt longsti undirsjóvartunnil til bilaferðslu í Europa. Lægsta punktið í tunnlinum verður 260 metrar undir havyvirflatuni. Hesar oyggjarnar við sínum 30.000 íbúgvum eru í dag, stórsta oyggjasamfelag í Norra, sum ikki hevur vegasamband til fastlandið. Hetta hevur við sær, at fýra ferjusambond verða niðurløgd. Til sammeting kunnu vit nevna, at tunnilin um Vestmannasund eftir ætlan verður umleið 4.900 metrar langur og lægsta punktið um 105 metrar undir vatnyvirflatuni.

»Trekantsambandet«, sum verkætlanin verður kallað, varð samtykt í Stórtinginum í 1996, og byrjað varð á vári 1997. Byggitíðin bleiv mett til fýra ár, og prísurin verður umleið 1.8 milliardir norskar krónur. Statens Vegvesen Hordaland, ið er byggiharri, stendur fyri verkætlanini og hevur eftirlitið við arbeiðinum. Sjálvt arbeiðið verður gjørt av Statens Vegvesen og boðið út til aðrar entreprenørar.


Skjótari enn væntað

Arbeiðið við undirsjóvartunnilinum hevur gingið væl, og komið var ígjøgnum eitt hálvt ár fyrr enn væntað. Arbeitt varð báðumegin frá, og teir møttust undir havinum í september mánað í fjør, og holini raktu beint á hvørt annað.

Koyribreytirnar til heingibrúgvarnar verða gjørdar í Hollandi og Italia. Hvørt element vigar 125 tons, og verða tey førd á stórum prámum, sum verða sleipaðir til Noregs, har ein flótikrani heingir koyribreytirnar uppá pláss.

Roknað verður við eini øking í ferðsluni uppá eini 30%, og at umleið 4.000 bilar fara at brúka fasta sambandið um samdøgri.


Størsta verkætlan aftaná Gardermoen

Statens Vegvesen samstarvar við Sunnhordaland Bru og Tunnelselskap A/S um fíggingina, og koma teir at standa fyri innkrevjingini av bummpengunum. Hetta er stórsta verkætlan í Norra aftaná Gardermoen lufthavnina.

Stutt norðan fyri Stavanger eru tveir undirsjóvartunnlar, sum eru væl upplýstir og sera tryggir at koyra í. Tað er lítið øðrvísi enn at koyra í einum vanligum nútímans tunnli. Um tann komandi tunnilin um Vestmannasund verður á slíkum støði, hava tey, sum ikki unnast við tankan um at koyra undir sjónum, onki at óttast fyri.

Keldur: Statens Vegvesen & Bømlo Nyt