Tað er við Manchester United og Arsenal sum fyrimynd, at Newcastle nú hevur skrivað ein átta ára sáttmála við Alan Pardew og hjáparvenjarar hansara.
Fótbóltur er eitt eirindaleyst spæl. Munurin á at vinna og tapa er mangan bara brotpartar av einum sekundi og sentimetrar. Hetta ger venjarastarvið eitt tað mest útsetta starvið, tí eitt úrslit skeivan vegin, so fellur hamarin.
Í Manchester United og Arsenal hava tey skilt ikki at arbeiða á hendan hátt. Venjararnir hava sitið í millum 25 ár og 15 ár. Tað hevur givið feløgunum best møguligar arbeiðsumstøður. Tað er við hesum í huga, at Mike Ashley, eigari av Newcastle, og virkandi stjórin í felagnum, Derek Llambias, hava valt at leingja sáttmálan við høvðusvenjaran í átta ár.
- Um tú hyggur eftir feløgum sum Manchester United og Arsenal, so hava tey givið Sir Alex Ferguson og Arsene Wenger bestu umstøðurnar at arbeiða við og skapa úrslit. Tað vilja við gjarna eftirlíka her, sigur Derek Llambias við BBC.co.uk.
Alan Pardew tók við sum venjari hjá Newcastle í desembur mánaði í 2010. Tá gjørdu partarnir ein fimm og eitt hálvt ára sáttmála. Tað mettu fleiri viðmerkjarar verða sera djarvt av Newcastle. Tað hevur tó víst seg at rigga væl. Rigga átta ára sáttmálin og stóra álitið á Alan Pardew eins væl hesa ferð, so hevur Newcastle eina bjarta framtíð.
Eisini John Carver, Steve Stone og Andy Woodman, sum eru hjálparvenjarar, hava longt sáttmálan í átta ár.