Tað gongur framá at bora nýggja undirsjóvartunnilin, ið skal binda Skálafjørðin saman við høvuðsstaðarøkinum.
Í farnu viku varð nevniliga nýtt met sett, tá tað eydnaðist at spreingja 92 metrar á Hvítanesi, ið er tað longsta higartil upp á eina viku á Hvítanesi. Frammanundan var metið á Hvítanesi 81 metrar, og varð tað sett fyri tveimum vikum síðan.
Tað er tó ikki met fyri verkætlanina, tí í august blivu 93 metrar sprongdar á Strondum, ið higartil er størsta framgongdin í einari viku. Hesi vikuna blivu 46 metrar sprongdir á Strondum.
Í alt vóru sprongdir 138 metrar á báðum støðum, og eru á Hvítanesi nú boraðir 1.050 metrar og á Strondum 1.233 metrar. Samanlagt gevur tað 2.283 metrar.