Longsta ferðin hjá Rás2 nakrantíð

Í dag klokkan 14.05 byrjar sendirøðin "Rás2 í Uruguay". Í fyrsta parti hoyra vit um søguríka býin Colonia del Sacramento

Rás2 hevur mangan verið á ferð. Eyðun Klakstein hevur saman við Barbaru Holm og Rannvá Gaard Fossáberg sent úr bæði Barcelona, Milano, London, Keypmannahavn og Reykjavík. Sjálvur hevur greinskrivarin sent frá Fjørukrónni á Hafnarfjørðinum, av Seyðisfirði, og ein hevur eisini gjørt sendingar og innsløg úr Reykjavík, London, Billund, Póllandi, og ikki minst 14 sendingar úr Ísrael.

 

Hilmar Jan Hansen hevur sagt frá dysti í Eysturríki. Tróndur Arge hevur gjørt innsløg frá olympisku summarleikunum í London í 2012, og ítróttarmanningin hevur sent frá oyggjaleikum á bæði Álandi, á Isle of Wight, og á Bermuda. Undirritaði gjørdi eisini eina reportasju um Champions League finaluna í Rom í 2009 millum Barcelona og Manchester United.

 

Tær mest fjarskotnu sendingarnar hjá Rás2 nakrantíð verða kortini sendingarnar, sum fara at verða fríggjadagar klokkan 14.05, sum verða við prátum og innsløgum, sum eru tikin upp “on location” í Uruguay.Fyrsta sendingin verður send í dag klokkan 14.05. 

 

Í fyrstu sendingini greiðir Ivan Eginsson Eysturland frá sínum serliga tilknýtið til Uruguay, og vit vitja í søguríka býnum, Colonia del Sacramento, sum liggur tætt við markið til Argentina. Góður uruguaynskur sangur fer eisini at merkja sendingarnar, sum verða 8 í tali. Endursending verður leygardagar klokkan 14, og sendingin kemur á in.fo sunnudag klokkan 13.